Fyrr í dag kom fram, at Varðin-samtakið hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen um nýggjan Finnur Fríða.
Skipið skal vera liðugt í januar 2024 og kostnaðurin er 340 milliónir krónur, upplýsir Varðin í tíðindaskrivi.
Nýggi Finnur Fríði
Talan er um eitt nóta- og trolskip, sum verður 88 metrar langt og 16,5 til 17,5 metrar breitt. Skipið skal hava ta nýggjastu tøknina innan motorar, fiskiútgerð og útbúnað. Øll verkætlanin í síni heild verður eitt tætt samstarv millum Varðan og Karstensens Skibsværft, sigur reiðaríið.
- Vit eru glaðir fyri aftur at samstarva við Karstensens Skibsværft, sum er førandi, tá talan er um uppisjóvarskip. Hetta er næsta skipið, Varðin letur byggja hjá teimum. Tróndur í Gøtu varð latin frá Karstensens Skibsværft í 2010. Frammanundan hevði skipasmiðjan gjørt minni og størri umvælingararbeiði fyri Varðan.
Finnur Fríði, sum varð bygdur á Langsten í Norra í 2003, hevur verið eitt sera gott og effektivt skip, sum verður yvir 20 ára gamalt, tá nýggja skipið verður latið.
Alt verður gjørt hjá Karstensens Skibsværft – teir tekna skipið, skrokkurin verður bygdur á teirra egnu skipasmiðju í Póllandi, og innleggingar og ísetingar verða gjørdar í Skagen. Undirveitarar verða valdir komandi vikurnar. Fyri okkum er tað avgerandi, at loysnirnar eru haldgóðar og burðardyggar, og at tær eru nýskapandi og dygdargóðar.
Nýggja Ruth við bryggju í Skagen í summar (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald