Innanlands

Vestmenningur fiskað svartkjaftakvotuna

Vestmenningur hevur fiskað svartkjaftakvotuna og er farin á Vestmanna at liggja

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-02 13:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Vestmenningur landaði í gjár 1.100 tons til Pelagos í Fuglafirði.

Vestmenningur hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Hjá Pelagos verðru svartkjafturin framleiddur til matna, í mun til tá ið svartkjafturin verður landaður til Havsbrún, har hann verður framleiddur til ídnað.

Flestu skipini fara aftur á svartkjaftaveiðu, tá ið liðugt er at landa, men Vestmenningur hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna, og er farin á Vestmanna at liggja til skipið fer á makrelveiðu seinni í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder