2022-04-13 06:45
Uppsjóvarskipið Vestmenningur landar sína fyrstu last í Fuglafirði.
Vestmenningur hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og skal landa 250 tons til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vestmenningur fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald