Innanlands

Vestmenningur skal landa á Tvøroyri

Vestmenningur skal landa 440 tons av makreli á Tvøroyri

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-07 22:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Vestmenningur er komið á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.

Vestmenningur hevur fiskað makrel í bretskum sjógvi, og við til lands hevur skipið 440 tons av makreli, sigur Bjarni í Skálum, skipari. 

Fiskiskapurin hevur verið góður, og kvotan er nú fiskað. 

Tá ið liðugt er at landa til Varððan Pelagic, fer Vestmenningur á svartkjaftaveiðu.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder