Innanlands

Vesturbúgvin fingið nakað av skaða

Partrolarin kom inn í kvøld inn við manningini á Eysturbúgvanum, sum eftir samanstoyt við Vesturbúgvan sakk tíðliga í morgun

Mynd: Leivur Ree Torvadal

Mynd: Leivur Ree Torvadal

2022-04-14 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vesturbúgvin kom í kvøld á Havnina eftir samanstoytin við Eysturbúgvan tíðliga í morgun.

Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu, men manningin sum taldi sjey, varð bjargað í øllum góðum.

Sum tað sæst á myndini omanfyri, hevur Vesturbúgvin fingið nakað av skaða av samanstoytinum. Tó ikki so mikið, at partrolarin ikki fekk siglt til lands.

Les eisini: Skipasøga: Eysturbúgvin og Vesturbúgvin framkomnastu partrolararnir í Føroyum

Les eisini: Eysturbúgvin sokkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder