2026-05-17 12:44
Frystilínuskipið Vesturhavið kom fríggjadagin á Kollafjørð, har skipið skuldi landa.
Vesturhavið hevði hendan túrin fiskað 180 tons síðani 31. mars, og fiskiskapurin hevur verið góður.
50 tons eru fiskað á Grand Bank, meðan 130 tons eru fiskað á Flemish Kap.
Nógv tað mesta av veiðuni var toskur, og eisini var nakað av kalva í lastini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald