Besti lemmatrolarin í fjør var Vesturvarði, sum fiskaði fyri 34,6 milliónir krónur í 2025.
Sørvágstrolarin Vesturvarði liggur greitt á einum frystaplássið tá ið talan er um veiðuvirði fyri lemmatrolararnar í 2025.
Rankin úr Sandavági liggur nummar tvey, og fiskaði fyri 32,1 milliónir krónur í fjør.
Á triðjaplássið liggur Steintór úr Hvalba, sum landaði fyri 30,8 milliónir krónur í 2025.
Síðani kemur Eysturbúgvin, sum fiskaði fyri 26,6 milliónir krónur í fjør.
Á einum fimtaplássið kemur Vesturbúgvin við einum avreiðingarvirði á 26,5 milliónum í 2025.
Nummar seks á listanum liggur Kappin, sum fiskaði fyri 17,7 milliónir krónur.
Nummar sjey er Norðfinnur við 11,6 milliónum, og síðani kemur Brestir við einum avreiðingarvirði á fimm milliónum. Havast skal í huga, at Brestir hevur ligið seinastu tíðina við maskintrupulleikum, og tí ikki hevur verið í vinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald