Innanlands

VG: 21 ár og milliónaløn

Norski miðilin hevur verið og vitjað Hildebrand á Lakjuni í Klaksvík, sum við síðuna av skiparaskúla rør út. Tað gongur væl

(Mynd: VG)

(Mynd: VG)

2026-04-04 19:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

VG hevur verið í Klaksvík og vitjað 21 ára gamla Hildebrand á Lakjuni, sum seinastu árini hevur klárað seg væl.

Hann var til skips fyrstu ferð sum 14 ára gamal og gongur í løtuni á skiparaskúla. Men í frítíðini tjenar hann kassan. Hann og nakrir vinmenn rógva javnan út og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá liðugt er í skúlanum klokkan 15 fara hann og nakrir vinmenn javnan út við báti. Her fiskað teir nøkur tons av toski og hýsu sum verður selt, sova nakrar tímar og so aftur í skúla næsta morgun.

[object Object]

Í greinini kemur fram, at árslønin frá frítíðararbeiðinum hjá Hildibrandi er umleið 900.000 krónur.

Pengarnir eru millum annað brúktir uppá íbúð í Havn og ein bil av slagnum Porsche.

Les greinina um hartarbeiðandi klaksvíkingin her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder