Innanlands

Video: Ein varði rokkin - 100.000 tons landað til Varðan Pelagic

Fýrverk á Tvøroyri í gjár í sambandi við, at tað nú eru landað fleiri enn 100.000 tons til Varðan Pelagic í 2021

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-10 06:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur dagur á Tvøroyri í gjár. Samlaða nøgdin sum er landað á Varðanum Pelagic fór upp um 100.000 tons í ár.

Hetta er tað mesta í eitt ár. Í tí sambandi var virkið lagt stilt eina løtu meðan tey, sum vóru til arbeiðis kundu njóta løtuna við fýrverki, sum varð skotið hinumegin fjørðin.

Eisini kom ein heilsan frá uppsjóvarskipinum Finni Fríða, har teir togaðu í floytuna. Finnur Fríði landar 1700 tons av sild til Varðan Pelagic.

Upptøkuna av Tvøroyri hevur Rúni Thomsen gjørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder