Innanlands

Video: Her fer Emerald av bakkastokki

Nýggi føroyski verksmiðjutrolarin fór av bakkastokki í Turkalandi mikudagin. Hann kemur til Føroya seinni í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-05-12 19:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin fór nýbygningurin hjá P/F Havborg av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi.

Verksmiðjutrolarin fer at bera navnið Emerald. Seinni í ár kemur hesin nýggi og stásiligi verksmiðjutrolarin til Føroya. P/F Havborg er systurfelag hjá P/F Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap. 

Emerald hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski. Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap. 

Kostnaðurin er umleið 400 milliónir krónur.

Tersan skipasmiðjan hevur kunngjørt videobrotið omanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder