2024-08-26 19:35
Seinnapartin í dag fór Helena av Klaksvík av fyri seinastu ferð. Í kvøld varð línuskipið søkt á Borðoyarvík, og endamálið er at skipið skala vera útbúgvingarstað hjá frítíðar- og vinnukavaranum.
Skipið hevur áður havt nøvnini Nónhamar, Fjalshamar, Hvítiklettur, Skútunes og Fuglfirðingur, og varð bygt á Skála skipasmiðju í 1964.
Hjaltur Poulsen gjørdi upptøkuna á Borðoyarvík í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald