Leygardagin fóru nakrir mans at veiða fugl, men upplivingin teir fingu gjørdist eitt satt minni fyri lívið.
- Vit fóru ein stuttan stimitúr við byrsu, vit skutu ongan fugl, men komu fram á mastrarhvalirnar umleið klokkan 14 millum Gøtunes og Borðoyanes, greiðir Frederik Hansen úr Leirvík, frá.
- Vit fylgdu teimum suðureftir í eini 10-15 minuttir, sigur Frederik Hansen víðari.
Tað vóru tveir hvalir við hvør sínum hvølpi. Tað virkaði sum um teir einki høvdu ímóti fylginum, sum nú var komið við.
- Vit sigldu saman við teimum, sum teir svumu við síðuna av bátinum og fóru undir bátin og upp aftur hinumegin. Tað var sera stilt í sjónum, so vit sóu teir væl gjøgnum sjógvin meðan teir svumu.
- Hvølparnir svumu allatíð heilt tætt við mammuna. Tá eini 10-15 minuttir vóru farnir kavaðu teir og komu uppaftur langt frá okkum og vit fóru frá teimum.
Frederik Hansen sigur til endans, at hann hevur sæð mastrarhvalir fyrr, men ikki so tætt og meðan veðrið var so stilt og gott.
- Tað var eitt stórt upplivilsi at møta hesum báðum hvalafamiljunum, sigur Frederik Hansen.
Frederik Hansen hevur gjørt eina vakra upptøku av hendingini, sum sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald