2022-03-10 22:53
Hundraðtals fólk um ikki túsund vóru og í Ánunum og tóku ímóti, tá Christian í Grótinum legði at bryggju í Føroyum á fyrsta sinni.
Áhugin fyri skipinum er stórur, og aftur í dag hava nógv fólk verið umborð, sigur Bogi Rasmussen, skipari.
Ætlanin er at fara til fiskiskap leygarkvøldið.
Vit gjørdu eitt prát við skiparan, Boga Rasmussen, seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald