Innanlands

Vinnulig kaving er høvuðsarbeiðsøkið

Báturin er bygdur til at seta vindmyllur upp úti í sjónum. Harafturat er hann eisini riggaður til at arbeiðia í alivinnuni

Símin Jákup Højsted og Tórstein Glerfoss (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Símin Jákup Højsted og Tórstein Glerfoss (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-26 20:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er ein bátur, sum er bygdur til at seta vindmyllur upp úti í sjónum, og tað hevur hann gjørt í áravís bæði í Onglandi, Danmark og í Norra. Harafturat er hann eisini riggaður til arbeiðið í alivinnuni, og tað hevur hann gjørt í Norra.

Tað sigur Símin Jákup Højsted, sum er stjóri og eigari av fyritøkuni SJH Commercial Divers í Vestmanna, sum hevur keypt Grønanes úr Norra.

- Báturin kom til Føroya 11. februar, og vit hava longu gjørt ymisk arbeiði fyri SEV, Strandferðsluna og aðrar. Vit ætla eisini at bjóða okkum fram til ymiskar tænastur innan alivinnuna í Føroyum, men fyrst skulu vit hava ymisk heilsukrøv uppá pláss,- sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Báturin er væl útgjørdur, tí hann hevur tveir stórar kranar. Tann størri lyftir 40 tons tríggjar metrar út frá skipssíðuni og 12 tons úti á 16 metrum. Tann minni lyftir 3.5 tons heilt inni og 1,5 tons heilt úti, sigur Símin Jákup Højsted.

- Báturin er ein tvíkilja, sum er bygd í 2003. Hon líkist nakað teimum tvíkiljum, sum eru í alivinnuni í Føroyum. Hendan er tó størri, djúpari og tyngri enn tær føroysku, tí hon er 18 metrar long og 10,7 metrar breið og stingur djúpari. Harafturat hevur hon eina DP-skipan, sum ger, at hon kann liggja á eini ávísari knattstøðu, hóast tað bæði eru aldur og vindur. Báturin hevur tveir Volvo motorar á 440 KW og 18 tons pelatrýst, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Eftir ætlan koma 3-4 mans at sigla við Grønanesi. Vit hava eisini bátin, Kavarin, sum ger ymisk arbeiðir um landið. Í løtuni arbeiða 10 mans hjá felagnum, men vit hava verið upp móti 50 onkuntíð. Vit bjóða okkum fram til vinnuliga kaving og annað arbeiði bæði í Føroyum og uttanlanda, sigur Símin Jákup Højsted.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár og fekk eitt prát við Símin Jákup og Tórstein Glerfoss, sum er skipari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder