
Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2022 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var fríggjadagin 8. apríl, og Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni. Tilsamans varð søkt um 24.350 tons.
Fiskimálaráðið boðar frá, at tað eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna hevur játtað seks umsøkjarum tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk. Tvær umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Av teimum átta umsóknunum um part av tøku svartkjaftakvotuni, ið eru gingnar á møti, eru tríggjar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Tríggjar umsóknir eru latnar til reiðarí / skip. Í tveimum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Í tí eina førinum skulu royndir gerast við at nýta serstakt viðgjørdan sjógv til at reinsa tangarnar.
Fyri allar játtanirnar er galdandi, at svartkjafturin skal virkast á virkjum á landi og nýtast til vørur, sum verða meir mentar.
Tær tvær umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið, skrivar Fiskimálaráðið.
Tey, sum fingu játtan, vóru:
- P/F Faroe Marine Products: 1250 tons
- P/F Hvamm: 1000 tons
- P/F Driftin: 1000 tons
- P/F Vestmanna Fiskavirki: 1000 tons
- P/F Næraberg: 2000 tons
- P/F Varðin Pelagic: 750 tons
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald