Innanlands

Volunteer bestur av línubátunum í 2025

Volunteer fiskaði fyri yvir 17,6 milliónir krónur í fjør

Volunteer (Savnsmynd: Føroyska SJómansmissónin)

Volunteer (Savnsmynd: Føroyska SJómansmissónin)

2026-01-03 14:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línubáturin Volunteer gjørdist bestur í bólki 4 í 2025 við einum avreiðingarvirði upp á 17.620.008 krónur. 

Tað vísir yvirlit hjá Vørn.

10 bátar eru í bólkinum, og niðast á listanum er Torvanes, sum fiskaði fyri 171.731 krónur. 

Nummar tvey á listanum er Líðhamar, sum avreiddi fyri 12.277.830 krónur. 

Anru liggur nummar trý við einum avreiðingarvirði á 11.903.24 krónur. Nummar fýra er Brandur, sum avreiddi fyri 11.643.341 krónur. 

Bragd liggur nummar fimm, og avreiddi fyri 9.160.898, og á einum sættaplássið liggur Norðsøki, sum avreiddi fyri 8.098.437 krónur í 2025. 

Aftanfyri Norðsøka liggur Streymsund, sum avreiddi fyri 1.169.127 krónur í 2025, sambært yvirlitinum frá Vørn. 

Morgunroðin avreiddi fyri 533.634 túsund krónur, og Fagranes liggur nummar níggju við einum avreiðingarvirði upp á 254.138 krónur. 

Tølini, sum hoyra til greinina eru frá yvirlitinum hjá Vørn. Tó skal havast í hugað at fleiri bátar í bólkinum vóru til fiskiskap millum jól og nýggjar, og hesar langingarnar ikki eru við í yvirlitinum hjá Vørn, hóast dagfestingin eitur 1. januar 2025- 1.januar 2026. 

Sum dømi kann nevnast at Anru var til fiskiskap millum jól og nýggjár og samlaðði avreiðingarvirði hjá teimum liggur um 15 milliónir krónur í 2025, sum ger at Anru liggur á einum øðrum plássið, og at Líðhamar fer niður á eitt triðjapláss. 

Greinin er dagførd 3. januar kl.19.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder