
Vónin samtakið aftur í vøkstri. Við eini søluframgongd á 24 milliónir krónur í 2024, setti samtakið enn eina ferð sølumet. Samlaða sølan í samtakinum fyri 2024 var 661 milliónir krónur í mun til 637 milliónum í 2023. Sum áður, kemst vøksturin av øktari sølu til marknaðir uttan fyri Føroyar. Úrslitið eftir skatt fyri árið 2024 var 45 milliónir krónir í mun til 46,6 milliónir í 2023.
Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Noregi og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar runt Norðuratlantshavið.
Serliga alivinnan er ein vaksandi partur av virkseminum hjá samtakinum. Fyri 2024 var 40 prosent av samlaðu søluni til alivinnuna, sum er ein framgongd á 42 milliónir krónur. Serliga søla til skotsku og kanadisku marknaðir eru vaksandi.
Í 2024 bleiv eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu við Norðskála. Í dag er hettar helst tann mest framkomna tænastustøð í heiminum til alivinnuna. Umframt hesa tænastustøð, hevur norska felagið í samtakinum, Vónin Refa, eina líknandi tænastustøð í Norðurnoregi og harumframt er Vónin í gongd við at byggja eina líknandi tænastustøð í Kyleakin á Isle of Skye, og verður hon eftir ætlan tikin í nýtslu í 2025.
Fyri at tryggja framstig til fiskivinnuna, hevur Vónin í fleiri ár støðugt arbeitt við at ment trollemmar sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Og í 2024, var eitt gjøgnumbrot í hesum økinum, og nú bjóðar Vónin sínum kundum í uppisjóvarflotanum trollemmar við stýring.
Arbeitt verður víðari við at menna líknandi loysn til botn- og rækjutrolsvinnuna.
Umhvørvið hevur høga raðfesting hjá Vónini. Í samtakinum arbeiða feløgini miðvíst at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni, fyri at fyribyrgja at tað fer til tyrving ella brenning. Síðstu trý árini hevur samtakið sent samlað yvir 3.000 tons av tilfari til endurvinning. Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. eru sólpanel og jarðhiti uppsett á 10.000 fermetra stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger at høllin í dag er sjálvbjargin tá tað kemur til ravmagn og hita.
Fyri 2024 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 460. Harav starvast 101 av teimum í Føroyum.
Tíðindaskriv frá Vónini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald