Høvdu stýrimaðurin og 4-5 mans aftur at honum ikki sloppið sær út á brúgvadekkið í góðari tíð áðrenn Kambur legði seg ov nógv, so var stórur vandi fyri, at ongin av manningini hevði borið boð í býð.
Tað heldur skiparin á Kambi, Mortan A. Mortensen.
- Tað bjargaði lívinum hjá okkum, segði skiparin, tá hann var avhoyrdur í Føroya Sjórætti fyrrapartin.
Bæði hann og stýrimaðurin hava fyrrapartin greitt frá dramatisku hendingini, tá Kambur legði seg á síðuna júst sum teir skuldu til at draga tíðliga týsmorgunin 6. februar einar 15-17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.
Mortan A. Mortensen, skipari (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Skiparin greiddi frá, at tað ikki var ein sjógvur ella stórt brot, sum var orsøkin til vanlukkuna.
Púra vanligt arbeiðsveður
Veðrið á leiðini var ikki verri enn tað plagar at vera undir fiskiskapi hjá teimum. Púra vanligt arbeiðsveður hjá okkum, greiddi hann frá, hóast vindurin var millum 15 og 20 m/s og tað rak upp í ættina. Ógvuliga ófriðarligt í sjónum – sum ein grýta, ið stendur og kókar, greiddi hann dómaranum frá.
Teir vóru klárir at draga línuna aftur. Meðan teir høvdu sett var eitt lítið lágtrýst við nógvum vindi farið framvið.
Men nú vóru líkindi at fara at draga, og Kambur sigldi upp móti boyuni. Meðan baksast varð við at fáa boyuna inn, legði skiparin merki til, at skipið líka sum lyftist av eini aldu og skipið legði seg so mikið, at ein skvampur av sjógvi kom inn á dekkið gjøgnum boyuholuna.
Ikki verri enn teir eru vanir við. Slíkir sjógvar verða skjótt lensaðir útaftur gjøgnum effektivu lensiskipanina á skipinum.
Meðan skiparin manøvreraði við at koma at boyuni hevði hann sett í bakk fyri at støðga skipinum, og kom skipið til at liggja so at vindurin kom beint inn á stýriborð. Skipið legði seg nakað, men ikki meira enn so ofta fyrr.
Men tá so skipið aftur lyftist kundi skiparin á vakmyndaskíggjanum á brúnni síggja, at sjógvur stóð inn gjøgnum boyuholið. Menninir á dekkinum fingu boð um at lata lúkuna aftur, men hetta eydnaðist ikki. Hóast hydrauliska skipan, so fekst hon ikki fyri, kanska hevur onkur skekil kílað seg fast í skinnaranum, helt skiparin.
Skiparin er eisini ivaleysur í, at tað var allur sjógvurin, sum kom inn gjøgnum boyuopið, ið er orsøkin til, at Kambur ikki reisti seg aftur.
Fór ikki at reisa seg aftur
Tað var skjótt greitt fyri honum, og eisini fyri stýrimanninum, sum var komin á brúnna, at skipið fór ikki at reisa seg aftur.
Menninir vórðu purraðir út gjøgnum eina skipan umborð og fingu boð um at koma á brúnna, og neyðarkall varð sent til Tórshavn Radio.
Stýrimaðurin ripaði bjargingardraktirnar út á dúrkið uppi á brúnni, og lat seg sjálvan í eina.
Hann fór út á dekkið í stýriborð fyri at loysa bjargingarbátin í stýriborð, men tá lá Kambur so nógv á síðuni, at hann ikki rakk upp at loysa bjargingarbátin. Einir 4-5 mans, sum eisini vóru komnir í draktir, vóru komnir upp á dekkið, áðrenn skipið legði seg so langt, at ikki fleiri sluppu út.
Skiparin greiddi frá, at hann rópti upp til teir um at fáa ein enda niður, so menninir kundu hivast upp av brúnni. Men har var ongin endi.
Men ein av monnunum har uppi var skjótur, fann eitt brandskáp og loraði brandslanguna niður, so menninir kundu hivast upp við henni.
- Tað var bjargingin hjá okkum. Høvdu stýrimaðurin og nakrir menn afturat ikki verið komnir harút, høvdu vit ikki havt ein kjans at koma út, staðfesti skiparin í rættinum.
Teir vóru 13 mans, sum bjargaðu sær út ella upp á stýriborðssíðuna, har menninir stóðu í lívd á brúgvasíðuni til bjargingin kom.
Maður stóð einsamallur eftir
Har var gott at standa. Kambur lá óvanliga stillur í sjónum. Teir fingu ongan sjógv á seg, blivu nærmast ikki vátir. Og bjargingin gekk skjótt fyri seg. Tá tyrlan kom fram, tók tað ikki langa tíð at fáa menninar upp.
Verri var við teimum trimum, sum ikki náddu upp á brúnna.
Menninir hoyrdu onkran rópa, men sóðu ongan., Men tað vísti seg at vera ein av manningini, sum var sloppin sær út frammi á bakkanum, og sum seinni varð bjargaður av tyrluni.
Menninir, sum vórðu bjargaðir sóðu ongantíð nakað til menninar, sum eru saknaðir. Teir stóðu báðir og baksaðust á dekkinum við at fáa boyuna inn. Ein triði, sum var staddur á dekkinum, fór ikki sama veg sum hinir báðir, og vann seg upp á brúnna og varð millum teirra, ið vórðu bjargaðir.
Tríggir mans eru avhoyrdir í sjórættinum í morgun. Andreas Mouritsen, flogskipari, Mortan A. Mortensen, skipari, og Jan Eidesgaard, stýrimaður.
Rættarfundurin heldur fram seinnapartin.
--
Meira frá sjófrágreiðingini
Bara ein maður sá kokkin henda morgunin
- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald