- Allir gleða seg, og ikki minst eg, tí eg fái nýggjastu rúmini at arbeiða í umborð á nýggja skipinum. Gallan er frá 2017 og messan er øll gjørd av nýggjum fyri einum mánaði síðani.
Tað sigur kokkurin á Vesturhavinum, Tom Nordendal.
- Eg havi trivist væl tey 12 árini, eg havi siglt við Vesturhavinum. Men skipið er gamalt; bygt í 1963, so tað verður gott at fáa nýggjar, størri og betri umstøður at kokkast í. Ja, allir gleða seg, men túrarnir við nýggja Vesturhavinum, núverandi Kambi, vera longri, tí tá fara vit at frysta fiskin umborð, sigur hann.
- Tá eg, til dømis, steiki frikadellir her umborð, og skipið hevur slagsíðu, so fái eg bara steikt fýra frikadellir í senn. Kambur hevur stóra pannu, sum heldur javnvágina. Tá kann eg steikja einar 20 í senn. Her vaski eg alt upp við hond, meðan Kambur hevur nýggja uppvaskimaskinu. Provianturin, sum skal goymast kaldur her umborð, fer niður í ísin í lastini og verður hálaður uppúraftur við eini kurv, meðan umborð á Kambi, er køli- og frystirúm beint við galluna. Tá eg skal purra menninar út sum búgva frammi undir bakkanum, má eg í stivlar og kanska í oljubuksur, meðan umborð á nýggja skipinum, eru øll kømrini har afturi og allir ganga inni í inniskón, sigur Tom Nordendal.
- So, um Gud vil og eg livi, so vóni eg, at eg klári at kokkast har umborð eisini. Eg fylli 70 ár næstu ferð, so eg vóni at kunna sigla eini tíggju ár afturat, sigur Tom Nordendal, og flennir skálkaliga.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, nú Vesturhavið skal sín síðsta túr í dag. Tíð var bæði til prát, Guds orð og bøn. 17. oktober yvirtaka teir frystilínuskipið Kamb, sum fær navnið, Vesturhavið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald