Innanlands

Ein menningarkvota gjørdist grundarlagið til tvey skip

Kinnfelli fór í tvíningar fyrr í ár, og ístaðin eru tvey uppsjóvarskip komin í flotan undir tveimum feløgum.

Skipini á myndini kallast í dag Katrin Jóhanna og Ísborg (Savnsmynd: Ivan Reid)

Skipini á myndini kallast í dag Katrin Jóhanna og Ísborg (Savnsmynd: Ivan Reid)

2026-11-13 11:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var ein stórur dagur, tá ið Katrin Jóhanna hjá felagnum Kinnfelli í Miðvági kom til heimbygdina fyri fyrstu ferð í december 2018, men í dag er felagið ikki til longur, men býtt í tvey. 

Samstarvið helt í góð átta ár til felagið Kinnfelli fór í tvey, og Tummas Henriksen fór við skipinum Katrin Jóhonnu og helvtini av kvotunum, meðan beiggarnir Árni og Hjarnar Dalsgaard fóru við hinari helvtini av kvotunum, og ikki høvdu nakað skip við sær.

Dalsgaard løgdu saman við Ango

Árni og Hjarnar Dalsgaard gjørdu tó skjótt av, og fóru í gongd við at fyrireika eitt samstarv við reiðarínum Ango í Vági. 

Hetta samstarvið er nú veruleiki, og partarnir hava stovað eitt nýtt partafelag, sum eitur Ango, og felagið hevur keypt íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum er bygt í 2007.

Hinir eigararnir í felagnum Ango eru John Mikkjal Godtfred, Heri Godtfred og Birgir Andreasen, sum høvdu eitt eldri uppsjóvarskip, ið hevði navnið Ango.

Hetta skipið bleiv selt til Marokko í summar, og kvoturnar hjá tí skipinum eru lagdar saman við helvtini av kvotunum hjá Kinnfelli, sum beiggjarnir Árni og Hjarnar Dalsgaard fingu í sín part, tá ið samstarvið við Kinnfelli fór í tvíningar. 

Ísborg kostaði 65 milliónir krónur at keypa, og síðani skal skipið dagførsast, og kemur væntandi at standa eigarunum í umleið 75 milliónum krónum.

Gongst sum ætla fer skipið í vinnu seinni í november.

[object Object]

Grundarlagið undir Ísborg er kvoturnar frá skipinum Ango og helvtin av kvotunum hjá Kinnfelli (Savnsmynd: Rasmus Christoffersen)

Tummas Henriksen heldur fram

Tummas Henriksen stovnaði, saman við øðrum, felagið Katrin Jóhanna eftir at partarnir fóru hvør til sítt, og í oktober seldi hann undanfarnu Katrin Jóhonnu til Noregs, hagani skipið bleiv keypt í 2018. Gamla Katrin Jóhanna bleiv seld fyri umleið 30 milliónir krónur.

Arbeitt hevur verið við at finna eitt hóskandi skip, og hetta er nú komið á mál og hevur felagið keypt Quantus úr Skotlandi, sum hevur fingið navnið Katrin Jóhanna og heimstað í Sørvági.

Katrin Jóhanna kostar nýggju eigarunum umleið 40 milliónir krónur. 

[object Object]

Hin helvtin av kvotunum hjá Kinnfelli fór í eitt nýtt felag, sum fekk navnið Katrin Jóhanna, sum nú eigur skip við sama navnið (Savnsmynd: Calum Gray)

Halda fram heldur enn at selja kvoturnar

Felagið Kinnfelli, sum bleiv stovnað í sambandi við at undanfarna Katrin Jóhanna bleiv keypt í 2018 er farið í søguna, men kvoturnar eru framvegis hjá teimum, sum fingu hesar kvoturnar útlutaðar í 2018. 

Heldur enn at selja kvoturnar, valdu eigararnir at halda fram tó hvør sær. 

Katrin Jóhanna setur eftir ætlan kós móti Føroyum um eini 14 dagar, og síðani fer skipið í vinnu. 

Ísborg verður eftir ætlan liðug at dagførst í Skagen síðst í mánaðinum, og síðani verður farið til fiskiskap.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder