Í morgun kom línubáturin Volunteer á Toftir at landa. Teir høvdu roynt á Føroyabanka og fiskiskapurin var góður.
Lastin var full og fiskur var bæði á dekkinum og á yvirdekkinum.
- Vit eru væl nøgdir við túrin, segði lítillátni skiparin, Jón Rubeksen.
- Vit hava sett tvær setur og hava umleið 53.000 pund. Tað er væl brúkiligur fiskiskapur, fyri ikki at siga góður. Um vit rokna tað út í stampum við 300 húkum í hvørjum, so hava vit sett umleið 188 stampar. Tað gevur góð 280 pund uppá stampin, sigur hann.
Hava tit gjørt fleiri túrar á Føroyabanka?
- Ja. Hetta er triði túrurin í ár. Vit vóru ein í síðstu viku og ein í summar. Allir hava verið við tveimum setum, og allir hava verið góðir. Eg hugsið vit hava fiskað umleið 160.000 pund í umleið seks fiskidagar, sigur Jón.
- Hvussu er fiskurin fyri?
- Summartúrin vóru fleiri slánar uppí. Nú er toskurin betri fyri, og vit hava 42.000 pund av toski 1. Hýsan er smáfallandi, men feit.
Longan og annar fiskur eru eisini væl fyri, sigur Jón.
Sjey mans eru við Volunteer og teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald