2026-10-30 09:27
Trolbáturin Dýrindal, sum kom í føroyska flotan í 2002, er seldur til Afrika, har hann skal fiska rækjur.
Tað var í januar í fjør at Thor keypti trolbátin, og í mai setti báturin kós móti Spania, har hann skuldi umbyggjast til rækjuveiðu.
Nú er verkætlanin komin somikið langt, at báturin hevur skift navn til Sea Breeze, og hevur fingið heimstað í Gambia, og strikaður úr føroyska flotanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald