- Vit eru sera væl nøgdir við skipið. Tað riggar væl, er friðsamt, liviligt og so siglir tað væl eisini! sigur Ingvar.
Í morgun kom nýggjasta skipið hjá Navigare, Hav Fles á Sund. Skipið er nummar tvey í eini røð av fýra skipum, sum Navigare letur byggja í Hollandi. Øll fýra verða eins í stødd og útgerð.
Í morgin, leygardagin, 7. nov. Kl.11. verður almenn móttøka og dópur av skipinum í Søldarfirði.
Sjómanstrúboðarin tók ímóti og vitjaði umborð. Har hitti hann skiparan Ingvar Hentze.
Tá hann var spurdur um, hvussu honum dámdi skipið, svaraði hann:
- Vit eru sera væl nøgdir við skipið. Tað riggar væl, er friðsamt, liviligt og so siglir tað væl eisini.
Tað sum reiðaríið hevur lagt dent á við nýggju skipunum er, at tey kunnu flyta nógvan farm, við lítlari oljunýtslu. Samstundis er prísurin fyri skipini sámuligur, hóast góðskan á teimum er góð.
Hava longu flutt 13600 tons
- Vit hava verið í vinnu í góðar 14 dagar. Vit hava siglt tvær ferðir millum Holland og Norra, og eru nú komnir til Føroyar, og hava longu flutt 13600 tons. Vit hava 5200 tons av sandi og skervi við til Føroyar, sigur hann.
- Hvussu nógvir mans eru við?
- Átta, men vit hava pláss fyri 10. Tí kunnu vit hava fólk við til upplæring, ella fólk sum vilja hava royndir, fyri t.d. at fáa uppstigan av útbúgvingarpappírum, sigur Ingvar.
Øll fýra skipini hava tað man rópa “Elektro diesel”. Tað vil siga, at tey hava fýra smærri motorar, sum geva elorku til stóran elmotor, sum drívur skrúvuna.
Elektro-diesel riggar væl
Karl Jón Breiðaskarð er maskinmeistari. Tá hann fekk spurningin hvussu elektro-diesel skipanin riggar, svaraði hann:
- Hon riggar væl. Tá vit lossa, gongur vanliga ein motorur. Um vit samstundis pumpa barlast, ganga tveir motorar. Tá vit sigla við vanligari ferð, 10-11 míl, ganga tveir ella tríggir motorar. Hava vit skund, kunnu vit lata allar fýra ganga. Tá vit sigla, brúka vit 4 – 5 rúmmetrar av olju um samdøgrið, sigur hann.
- Er skipið væl gjørt?
- Ja! Eg havi verið á ymiskum skipasmiðjum, í samband við nýbygningar, bæði fyri Mærsk og Beta, tann tíð tað var. Eg haldi hetta handverkið er bæði gott og vakurt, sigur Karl Jón.
Hav Fles er 89,98 metrar langt og 15,45 metrar breitt.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir Navigare tillukku og Guds signing við Hav Fles.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald