Línubáturin Anru hevur seinastu mánaðirnar verið í Noregi, har línubáturin hevur gjørt umfatandi dagføringar.
- Vit hava ligið á norsku skipasmiðjuni Verlo í Måløy í Noregi síðani ólavsøku, men nú nærkast til arbeiðið er liðugt, og vit fara aftur í vinnu, sigur Gundur Sørensen, skipari og ein av eigarunum.
Talan er um eina heilt stóra dagføring av bátinum, sum verður sum nýggjur, sigur Gundur Sørensen, skipari.
- Alt høvðusdekkið frá gron og aftur í reyv er nýtt, og so hava vit eisini lagt eningarmaskinu, splittara og spøl um til el umframt at messan, kømur og vesið eisini verður nýtt, sigur skiparin víðari.
Gundur sigur, at áðrenn Anru fór til Noregs, so hevði línubáturin pláss fyri 19.000 húkum, men av tí at man nú skiftir til eldrivna útgerð, so verður pláss fyri heili 32.000 húkum.
- Vit hava eisini sandblást allan bátin, og sett nýggja skrúvu í, so hetta er sum ein nýggjur bátur, sigur Gundur Sørensen.
Vit spurdu um hvat ein slík verkætlan kostar, og her svarar Gundur stutt og greitt, at endaligið kostnaðurin er ikki komin enn, men at tað er munandi bílgiari at gera hetta í Noregi enn í Føroyum.
Gongst sum ætlað, so verður Anru liggjandi í tvær til tríggjar vikur aftrat, og síðani fer línubáturin aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald