Tjaldrið sleipar í løtuni frystilínuskipið Eivind til lands eftir at Eivind fekk maskintrupulleikar undir fiskiskapi í gjár.
Tað var seinnapartin í gjár, at Tjaldrið fór eftir Eivindi, sum var staddur okkurt um 15 fjórðingar vestan fyri Mykines.
Eivind er lutfalsliga stórt skip, og Tjaldrið hevur ikki so nógva megi, so tað gongur spakuliga.
Tjaldrið hevur eisini havt onkrar trupulleikar undir sleipinum.
Sjóverjuskipið hevur jú ligið stilt leingi meðan tað hevur verið undir umvæling á skipasmiðjuni í Havn, har nýtt gear er sett í. Tjaldrið fór í tænastu aftur mánadagin.
Tað vísti seg, at eitt oljufiltur varð tipt og mátti reinsast. Tí hava skipini ligið uttanfyri Trøllhøvda í eina tíð. Men nú er filtrið reinsað, og veðrið so mikið batnað, at teir hætta sær at fara inn millum oyggjarnar við sleipinum nú, frætta vit frá MRCC.
Tjaldrið fór í tænastu aftur mánadagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald