Í dag hevur samtakið Varðin yvirtikið nýggja frystitrolaran, sum Mest fyri bygt í Føroyum.
Talan er um eitt dótturfelag hjá Varðanum, sum eitur P/f Hvanngarður, sum hevur latið nýggja frystitrolaran byggja, sum skal avloysa Rankan, sum Varðin seldi í 2026.
Dunga Jákup er ein frystitrolaran, sum er góðar 44 metrar langur og knappar 12 metrar breiður.
Skipið hevur eina verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið, og Dunga Jákup hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 Hestum.
Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Tað var í februar í 2024, at tað gjørdist alment at Varðin og Mest høvdu undirskrivað sáttmálan um nýggja frystitrolaran, sum skuldi avloysa Rankan, sum Varðin seldi til Sandavágs nakrar mánaðar frammanundan.
Eftir ætlan verður skipað fyri móttøku seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald