2026-11-22 18:54
Uppsjóvarskipið Høgaberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevur skipið millum 3.300-3.500 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún.
Hjá Havsbrún, verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald