Innanlands

Sølan av Biritu komin uppá pláss

Uppsjóvarskipið Birita er selt við kvotum og nýggi eigarin er Jókin P/r.

Birita er nú seld (Savnsmynd: Calum Gray)

Birita er nú seld (Savnsmynd: Calum Gray)

2026-11-20 06:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var tann 15. oktober at tað kom fram at Birita var seld til eitt felag, sum hvalbingar og vestmenningar áttu.

Talan var um at reiðaríið aftanfyri uppsjóvarskipið Arctic Voyager og uppsjóvarskipið Vestmenning, sum keypti Biriti við kvotum, og síðani skuldu kvoturnar deilast ávíkavist 60 prosent til hvalbingar og 40 prosent til vestmenningar.

Neyvi keypsprísurin er ikki upplýstur, men keldur, sum Portalurin hevur tosað við upplýsa, at keypsprísurin liggur um 300 milliónir.

Hóast Birita nú er seld við kvotum, so er ikki ætlanin at fara til fiskiskap við Biritu, men heldur at selja skipið sum hvørki skiftir navn ella heimstað.

Tað var felagið Gráastein við Birgir Lützen og øðrum, sum keyptu Biritu úr Noregi í 2021, eftir at felagið fekk tillutað kvotur í sambandi við ítøkiligt skipakeyp.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder