Innanlands

Tjaldrið roynir motorin á Skálafjørðinum

Verjuskipið fór royndartúr í dag eftir drúgva umvæling av motorinum - er væntandi í tænastu aftur í morgin.

Tjaldrið á veg av Havnini í dag

Tjaldrið á veg av Havnini í dag

2026-11-18 16:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin var verjuskipið Tjaldrið aftur at síggja siglandi. Leiðin gekk av skipasmiðjuni MEST í Havn og inn á Skálafjørðin, har Tjaldrið seinnapartin og í kvøld roynir motorin fyri at vita um alt riggar, sum tað skal.

- Vit sigla aftur og fram eina løtu við ymsum belastningi á motorinum, og higartil sær alt fínt út, sigur Símun Hannus Johannesen, skipari, av brúnni á Tjaldrinum.

Um alt gongur sum tað skal, so væntar Símun Hannus, at Tjaldrið kann setast í vanliga tænastu aftur í morgin ella ovurmorgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder