Seinasta uppsjóvarskipið, sum er skrásett í føroyska flotanum er Ísborg, sum liggur í Skagen, og nú hevur skipið fingið fiskiloyvi, men er nakað eftir til skipið erk lárt at fara í vinnu.
Skipið er keypt úr Íslandi fyro 65 milliónur krónur, men síðani skal skipið dagførast nakað, og tí vænta eigararnir at skipið kemur at standa teimum í umleið 75 milliónum tá ið tað er siglingarklárt.
Ísborg, sum felagið Ango í Vági eigur, hevur nú fingið skrásett kvoturnar, sum reiðaríið Ango eigur, og skipið hevur 34 tons av Norðhavssild at fiska í ár, umframt at skipið hevur beint omanfyri 5.800 tons av svartkjafti eftir at fiska í ár.
Gongst alt sum ætlað, fer Ísborg til fiskiskap síðst í hesum mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald