Pelagiski trolarin, Gøtunes, hevur fiskað kvoturnar fyri árið.
Mikudagin 18. november landaðu teir 1800 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum var seinasta lastin í ár.
Áðrenn teir fóru avstað, var sjómanstrúboðarin umborð við jólapakkunum frá sjómanskvinnuringunum.
(Mynd: Biran L / Sjómansmissiónin)
(Mynd: Biran L / Sjómansmissiónin)
Tað var umráðandi, at pakkarnir vóru umborð síðsta túrin, tí síðvenja er, at hava jólaløtuna umborð síðst á síðsta túri undan jólum.
Kokkurin, Brian Larsen, gjørdi góðan døgurða. Síðani vóru jólasálmar sungnir og skiparin, Arngrim Hansen, læs jólaevangeliið. Gleðilig jól var sungin til seinast.
(Mynd: Biran L / Sjómansmissiónin)
(Mynd: Biran L / Sjómansmissiónin)
So vóru pakkarnir býttir út, og pakkaðir upp. Tveir næmingar vóru við í starvsvenjing, og teir fingu eisini pakka.
Síðani bjóðaði kokkurin til drekkamunn við rísalamang, køku og góðgæti. Mandluna og mandlugávuna fekk Hjørleif Hansen, sum er ein tann drúgvasti í reiðarínum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Myndir umborð: Brian L.
Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald