Innanlands

Dunga Jákup verður doyptur í vikuskiftinum

Dunga Jákup verður doyptur í Gøtu í vikuskiftinum.

Dunga Jákup (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Dunga Jákup (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2026-11-25 08:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggi verksmiðjutrolarin Dunga Jákup bleiv yvirtikin í gjár, og skipið skal doyptast í Gøtu í vikuskiftinum.

- Vit yvirtóku skipið í gjár, og dópurin verður hátíðarhildin í Gøtu í vikuskiftinum, sigur Sámal Joensen, fyribilsstjóri í Varðanum.

Í gjár yvirtók samtakið Varðin nýggja frystitrolaran, sum Mest fyri bygt í Føroyum.

Talan er um eitt dótturfelag hjá Varðanum, sum eitur P/f Hvanngarður, sum hevur latið nýggja frystitrolaran byggja, sum skal avloysa Rankan, sum Varðin seldi í 2023.

[object Object]

Dunga Jákup (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

- Arbeiðið hevur gingið væl, men av tí at ymsar seinkingar vóru tá ið skrokkurin bleiv smíðaður í Póllandi, er skipið ikki yvirtikið fyrr enn, og ikki í summar, sum ætlanin upprunaliga var, sigur Sámal Joensen í samrøðu við Portalin.

Nýggi frystitrolarin kostar 180 milliónir krónur, og hetta er eisini tað, sum sáttmálin segði, og tí hevur eingin eykakostnaður verið við at byggja nýggja frystitrolaran í Føroyum.

Dunga Jákup er ein frystitrolaran, sum er góðar 44 metrar langur og knappar 12 metrar breiður.

Skipið hevur eina verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið, og Dunga Jákup hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 Hestum.

Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Tað var í februar í 2024, at tað gjørdist alment at Varðin og Mest høvdu undirskrivað sáttmálan um nýggja frystitrolaran, sum skuldi avloysa Rankan, sum Varðin seldi til Sandavágs nakrar mánaðar frammanundan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder