- Vit skulu pumpa 24 túsund rúmmetrar av sandi inn í havnalagið í Søldarfirði. Vit hava pumpað umleið 7 túsund í fimm dagar, so vit rokna við, at arbeiðið fer at taka umleið tríggjar vikur. Kanska eg kann siga, at vit liva mest av at pumpa sand.
Tað sigur Emil G. Nielsen, sum er eigari og maskinmeistari á sandbátinum Tinganes, hjá felagnum Sekstant í Havn.
- Sandin, pumpa vit umborð á Rituvík, Vesturi undir Síðu og við Morskranes, alt eftir, hvussu veðrið er. Tað er skjótast á Rituvík, tí har er mest sandur. Tá klára vit fýra túrar um samdøgrið, og vit hava umleið 400 rúmmetrar í lastini hvørja ferð, sum er umleið 640 tons. Vit rokna við at skula pumpa 60 lastir upp á land í Søldarfirði, sigur hann.
- Vit arbeiða mest í Danmark, har vit pumpa sand og dýpa. Nú stóð okkum hetta arbeiðið í boði, og vit tóku av. Eisini tí, tað hendir ikki so nógv í Danmark í summarfrítíðini. Tá vit eru lidnir við hetta arbeiðið, skulu vit gera ymisk smáarbeiði í Føroyum, áðrenn leiðin liggur aftur til Danmarkar, sigur Emil Nielsen.
Tinganes er fyrrverandi Havsand og er bygdur í Ålborg í 1967. Fýra mans eru við í senn og tvær manningar hoyra til skipið.
Sjómanstrúboðarin var við ein túr á Rituvík í gjár og tók nakrar myndir.
Tíð var eisini til prát og eitt Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald