Seinastu tíðina hava føroysk uppsjóvarskip verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, men fiskiskapurin er so vánaligur í løtuni, at flestu skipini eru givin við fiskiskapinum.
Eitt av skipunum, sum hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi er Vestmenningur úr Vestmanna, og skipið kemur nú heim aftur til Føroyar.
- Vit hava verið og leitað eftir makreli í norskum sjógvi, og hava leitað í tríggjar dagar, men har er einki at síggja so avgerðin er tikin um at koma heim, sigur Bjarni í Skálum, skipari.
Katrin Jóhanna, Vesturbúgvin, Hoyvík og Vestmenningur eru øll ávegis heim, meðan Borgarin, Norðingur og Fagraberg framvegis eru á feltinum í norskum sjógvi og leita eftir makreli.
Borgarin og Norðingur hava umleið 600 tons eftir í part av kvotuni, men vit ikki vita hvussu nógv Fagraberg hevur eftir av sínari kvotu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald