Innanlands

1.168 pakkar til sjófólkið

Sjómanstrúboðarin hevur borið jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum umborð á 102 skip

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari rættir kokkinum á Tasilaq, Jens Larsen, jólapakkarnar (Mynd: Sjómansmissiónin)

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari rættir kokkinum á Tasilaq, Jens Larsen, jólapakkarnar (Mynd: Sjómansmissiónin)

2022-12-24 17:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Eins og undanfarnu ár hevur Føroyska sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið.

Jólapakkarnir eru komnir frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið, og sjómanstrúboðarin hevur borið teir umborð á skipini.

Nú arbeiðið er liðugt, og talt er saman, kunnu vit upplýsa, at 1168 pakkar eru latnir umborð á 102 skip.  98 føroysk, 3 grønlandsk og 1 norskt.

Tá skipini eru býtt upp í bólkar, síggja tølini soleiðis út:

68 fiskiskip, 21 farmaskip, 11 frálandaskip og 2 vaktarskip.

Umleið 25 føroysk skip verða burtur um jólini.

Sjómansmissiónin takkar hjartaliga sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum hava latið pakkar til sjófólkið.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir øllum á sjógvi og landi eini gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár, við tøkk fyri alt gott í brátt farna ári.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder