Innanlands

3200 tons av sild virkast á Varðin Pelagic

3200 tons av sild verða landað til Varðan Pelagic

Mynd: Reidar Simonsen

Mynd: Reidar Simonsen

2018-11-01 16:35 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hava tey úr at gera at virkað sild.

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri týsdagin við 1700 tonsum av sild, sum skuldi landast til Varðan Pelagic.

Tróndur í Gøtu verður liðugr at landa seinni í dag, og tá sleppur Jupiter framat.

Jupiter kom á Tvøroyri fyrr í dag við 1500 tonsum av sild.

Talan hevur verið um góðan fiskiskap hjá báðum skipunum, og tá ið lidugt er at landað, fara skipini aftur á sildaveiðu. Støddin á sildini liggur um 400 gramm í miðal.

Myndamaðurin Reidar Simonsen, hevur tikið nakrar vakrar dronumyndir av skipunum, og givið okkum loyvi at brúka tær.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder