- Vit vóru úti einaferð um vikuna ella so, men so brádliga vóru fiskidagarnir uppi. Tíbetur hava vit nú fingið fleiri, men eg vóni, at í framtíðini fáa vit fleiri fiskidagar beinanvegin, sigur 15 ára gamli Løðar Gillason Djurhuus.
Hann býr í Hoyvík og gongur í 9. flokki. Hann eigur ikki sjálvur bát, men fer á flot við Sólrun H, sum vinmaðurin, 17 ára gamli Silas Heinesen, eigur.
![]()
Tað er ikki neyðugt at fara langt
Báturin liggur á Skála og tað er í nærumhvørvinum, at teir royna eydnuna.
- Vit fiska ofta eystanfyri, nakrar fjórðingar uttanfyri Mjóanes ella inni við Flesjarnar á Tangafirði. Tað er ikki neyðugt at fara langt.
Ein góður túrur kann geva 800–900 pund, og veiðan er bæði hýsa, toskur, longa og brosma, sum verður avreidd til landingarmiðstøðina á Toftum.
Men tað er ikki bara nøgdin av fiski, sum ger túrarnar áhugaverdar.
![]()
![]()
Dreymaarbeiðið er at vera á sjónum
At Løðar Gillason Djurhuus hevur fingið áhugan fyri sjónum, er ikki so løgið. Bæði pápin og abbin hava verið til skips, og sjálvur hevur hann verið við abbanum og fiskað, síðani hann var lítil.
- Eg havi altíð tímað væl at fiska. Tað, sum helt meg aftur, var sjóverkið. Men tíbetur eri eg sloppin av við tað mesta, sigur hann.
Nú er hann ikki í iva um, hvat hann kundi hugsað sær at gjørt.
- Havið tiltalar meg alvorliga. Dreymaarbeiðið er at vera á sjónum ella okkurt, sum hevur við fiskivinnu at gera. Tað er sera áhugavert og alt ov gott, heldur hann.
Túrarnir eru tó ymiskir. Onkuntíð er lítið at fáa, og onkuntíð gerast veiðitúrarnir nakað heilt serligt.
- Vit hava fleiri ferðir verið út fyri, at línur eru slitnaðar, tá vit hava verið eftir rúsum. Tað er einki stuttligt, sigur hann.
Ein túrur stendur serliga væl í minninum.
- Vit vóru við línu við Flesjarnar, og sólin skein. Tá línan var drigin, fóru vit at snella fyri at fylla lastina, fortelur Løðar Gillason Djurhuus.
So kom fiskurin.
- Eg havi ongantíð sæð so nógvan fisk. Snellurnar vóru fullar, dekkið var fult, fiskur allastaðni, greiðir hann frá.
- Eg bleiv sólbrendur, men tað gjørdi lítið, og eg varð glaður, tá pengarnir komu á kontuna, sigur hann.
![]()
Vil til skips
Ætlanin hjá Løðari Gillason Djurhuus er at fáa trygdarskeiðið, so hann kann fara til skips, tá hann fyllir 16 ár.
Hann heldur, at tað hevði verið gott, um hann kundi fingið skeiðið í sambandi við skúla.
- Tað hevði verið eitt gott tilboð, hóast man ikki skal brúka tað beinanvegin, heldur hann.
Síðani ætlar hann sær at kanna møguleikarnar fyri at fáa kjans beinanvegin ella eitt lærupláss.
Men hvussu fáa vit fleiri ung at velja hesa leiðina?
Fyri 15 ára gamla hoyvíkingin er svarið einfalt.
- Finn ein vin, sum eigur ein bát. Tað er torført at fáa pláss, um tú ongan kennir. Eg eri heppin, at eg kenni Silas, tí tað kann vera ein forðing, at ein ungur ikki kennir nakran, sum kann geva sær fyrsta kjansin, greiðir hann frá.
Hann heldur tó, at bæði lønin og framtíðarútlitini gera fiskivinnuna áhugaverda.
- Pengarnir eru góðir og útsýnið frá bátinum er framúr gott. So nógv burdu tímað væl, heldur hann fyri.
Og meðan hann bíðar eftir at fylla 16 ár, heldur hann fram at rógva út, tá veðrið er gott.
Tí havið dregur.
Og kanska er tað júst har, framtíðar arbeiðsplássið hjá 15 ára gamla Løðari Gillason Djurhuus er at finna.
![]()
--
Fleiri greinar í røðini
Bjartur Brisenfeldt: Eg ætlaði mær aldrin til sjós aftur
Jákup Idarsson Beck: Tað ringasta er ein blankur húkur
Johan Martinussen: Ein finnur út av, hvat ein er gjørdur av
Elias Lamhauge: Einki stress undir Íslandi
Eyðun Beder Jónsson: Mær leingist at sleppa umborð aftur
Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn
Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans
Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár
Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald