Innanlands

Vónar at fáa fastan kjans

Man skal vera raskur, bjóða seg fram og ikki vera bangin fyri at arbeiða, sigur Bartal K. Hansen, sum siglir sum avloysari nú, men vónar at fáa fastan kjans við einum skipi í framtíðini

(Privatmynd)

(Privatmynd)

2026-07-04 08:57 Author image
Danjal av Rana
placeholder

Fyri Bartal K. Hansen var leiðin til sjós ikki bara tilvild, men eitt ynski um at royna tað, sum pápin altíð hevur gørt. Tann 17 ára gamli skálamaðurin var vorðin troyttur av skúla og avgjørdi at leita sær eftir kjansi. Eftir at hava skrivað til fleiri bátar uttan úrslit, sá hann ein dagin eina lýsing á Facebook: Partrolararnir Ametyst og Jaspis søktu eftir avloysara. Bartal tók telefonina beinanvegin, og stutt eftir var hann á veg til skips.

Tá vit gera prátið eru teir til fiskiskap eystan fyri Føroyar, har teir fyri tað mesta fáa upsa. Lívið umborð á einum partrolara er merkt av vaktarskiftunum, har teir ganga átta og átta. Bartal fann seg skjótt til rættis, ikki minst takkað verið monnunum umborð.

- Teir tóku sera væl ímóti mær, og hetta eru fittir menn, sigur Bartal. Flestu av starvsfeløgunum eru um 40 ára aldur, og eru dugnaligir at læra frá sær.

[object Object](Privatmynd)

Sambært Bartali er loynidómurin til at trívast einfaldur:

- Man skal lurta eftir, halda saman við hinum og ikki vera bangin fyri at taka eitt tak. Man má vera raskur at arbeiða, sigur hann.

- Tað er stuttligt, tá nógvur fiskur er at fáa, og vit hava nógv at gera, man tað kann eisini vera keðiligt, tá lítið er at fáa og vit sita og bíða eftir fiskinum, greiðir hann frá.

- Mær dámar væl rútmuna við at vera sjómaður. Vit eru úti í eini tvær vikur, og so heima í tveir til tríggjar dagar, áðrenn vit fara avstað aftur. Tað passar mær fínt, at arbeiða nógv, tá vit eru burtur og so hava heilt frí, njóta løtuna og hvíldina, tá eg eri heima, sigur Bartal.

[object Object](Privatmynd)

Hóast Bartal stórtrivst við at vera burtur í eina til tvær vikur í senn, skilir hann væl, hví onnur ung ivast. Mongum dámar illa at vera burtur frá vinum, frítíðarítrivi og familju. Ein onnur forðing er dýra trygdarskeiðið, sum er eitt krav fyri at sleppa út. Sjálvur tók hann skeiðið á Sjónámi í Klaksvík, har tey undir 18 ár fáa skeiðið fyri hálvan prís, men hann viðgongur, at tað kortini er kostnaðarmikið, hóast man vinnur peningin skjótt inn aftur.

- Kanska kundi man tikið trygdarskeiðið sum part av 10. flokki, skjýtur hann upp sum eitt hugskot at fáa fleiri ung í vinnuna.

Framtíðarætlanirnar hjá Bartali eru klárar. Hann ynskir sær ein fastan kjans umborð á einum skipi, so hann kann sigla í nøkur ár, áðrenn hann møguliga fer undir víðari útbúgving ella í læru. Men her og nú er tað sjógvurin, ið dregur – serstakliga tá fiskur er, og arbeiðið á dekkinum gongur av sær sjálvum.

--

Fleiri greinar í røðini

Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár

Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder