- Eg hevði hug at fara til sjós, tí at landið er bygt á sjómenn. Eg hugsaði, at um mær ikki dámdi tað, so kundi eg altíð fara í land aftur, men eg trívist sera væl umborð. Tað sigur 21 ára gamli Zakarias Ridao Wang úr Hoyvík, sum er kokkur og dekkari umborð á partrolaranum Baki.
Sum ungur maður er sjálvandi nógv sum dregur á landi, og Zakarias viðgongur, at ein missir nógv heima, tí man ikki sær familju og vinir so nógv sum onnur gera. Kortini heldur hann, at tað tykist sum áhugin hjá ungum at sleppa til fiskiskap er stórur. Teir tríggir ungir dekkarar við Baki, bara yvirmenninir eru tilkomnir menn. Sjálvur er Zakarias bæði dekkari og kokkur.
![]()
- Eg royni at syrgja fyri, at maturin er góður umborð, so saknurin eftir teimum heima verður eitt sindur minni. Fiskiskapurin er góður fyri tíðina, prísurin eisini, so lønin er sjálvandi eisini lokkandi, sigur hann.
Hann heldur, at júst tað, at teir eru fleiri ungir við, er við til at skapa ein góðan dám umborð.
![]()
- Tað hjálpir nógv, at aðrir eru, sum eru nøkunlunda í somu støðu sum ein sjálvur, nøkunlunda um sama aldur, so man hevur nøkur felags áhugamál og ting at tosa um, sigur Zakarias Ridao Wang.
Hann heldur kortini ikki, at aldurin spælir ein leiklut undir túrinum.
- Man verður beinanvegin væl móttikin umborð, og um man er raskur at arbeiða, verður man væl lýddur eisini. Kanska verður man argaður eitt sindur sum havnamaður, men tað er ikki illa meint, sigur hann.
![]()
![]()
Ungi hoyvíkingurin sigur, at tað ræður um at halda seg framat, um ein ynskir at sleppa ein túr við einum fiskiskipi.
- Eg hevði arbeitt á Pelagos, men vildi gjarna sleppa ein túr við onkrum. Eg ringdi so til skiparan á Kappanum, sum gav mær ein kjans. Seinni setti eg meg í samband við stýrmannin á Baki og spurdi um ein kjans. Eg slapp fyrst ein túr við Stapanum og bjóðaðu teir mær fastan kjans. Tað ræður um at bjóða seg fram, tí eingin kemur til tín, serliga ikki, um tú ongar royndir hevur, greiðir hann frá.
- Tað tók langa tíð, frá tí at eg byrjaði at spyrja meg fyri, til eg fekk fyrsta kjansin. Tað er heilt víst, at áhugin at sleppa út at sigla er stórur. Ein má vísa áhuga, tí bæði skipari og reiðarí vilja hava menn, sum vilja arbeiða, greiðir Zakarias Ridao Wang frá.
![]()
--
Fleiri greinar í røðini
Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald