Jákup Idarsson Beck er 25 ára gamal og siglir við frystlilínuskipinum Jógvani I, har hann hevur verið í gott tvey ár nú.
- Vit fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Fyrr vónaði man bara uppá tosk og hýsu, men nú prísirnir eru so góðir, er mann næstan líka glaður fyri brosmurnar. Tað ringasta er ein blankur húkur, sigur hann. Teir fiska fyri tað mesta undir Føroyum og við Ísland, men eisini onkran túr til Grønlands og Flemish Cap.
Jákup Idarsson Bech hevur altíð dáma væl á sjónum.
![]()
- Líka frá barnsbeinið av, havi eg verið nógv úti og fiska. Pápi mín og báðir abbarnir eru sjómenn, so hóast eg eri útlærdur handverkari, so visti eg, at eg vildi heldur fiska, sigur hann.
Hann letur væl at lívinum sum sjómaður. Umstøðurnar eru góðar umborð, fiskaprísurin í løtuni methøgur og tá er lítið at klaga um, heldur hann.
Tað gekk ein tíð, áðrenn hann fekk fyrsta kjansin. Hann skrivaði til nakrar bátar og royndi at spyrja seg fyri á Facebook eisini, men var annars til útróðrar við Stakkavík og Dalsenni, meðan hann bíðaði.
- Ein dagin skrivaði skiparin á Jógvani I til mín og segði frá, at eitt tøkt pláss var umborð, um eg enn var áhugaðir. Eg var væl móttikin umborð, tað er sjálvandi ringt í byrjanini, tað er tað allastaðnis, men her er fitt fólk, so mann kom skjótt í prát við menninar, greiðir hann frá.
![]()
Umborð á Jógvani I, hevur Jákup Idarsson Beck verið fabrikkari og dekkari.
- Á gabrikkin arbeiðir tú allan fiskin. Tú fært hann blóðgaðan inn á fabrikkina. So heysar tú hann og kryvur fiskin, áðrenn hann verður sorteraður í støddir og frystir í blokkum. Teir fýra frystararnir umborð rúma eitt tons hvør, greiðir hann frá.
- Mær dámar persónliga betri at vera dekkari. Tað er eitt sindur rokaligari og kanska fjølbroyttari. Har rotera vit ein tíma á hvørjum posti, við rulluna, at splitta, at rætta og á dekkinum, sigur hann.
![]()
![]()
Jákup Idarsson Beck er útlærdur handverkari, men sigur, at hann bleiv troyttur av 8 til 16 rutinuni.
- Tað er sjálvandi deiligt á ymsan hátt, til dømis tað, at aftan á arbeiðstíð, so ert tú heima hjá familjuni og kann gera, sum tú vilt. Hetta var kortini ikki heilt eg. Mær dámar betur hetta at vera burtur ein mánað og so heima ein mánað. Man fær rættiliga nógv burtur úr, tá man er so leingi heima, og mær dámar væl frælsi at gera, júst sum eg vil, sum til dømis at fara til útróðrar við Dalsenni, sigur hann.
Hetta er eitt lív, sum ein venur seg við, sigur hann.
- Í 40 dagar er tað arbeiði, arbeiði, arbeiði og man koyrir meir ella minni sum ein maskina og tað, sum hendir heima, er mest sum óviðkomandi. Hinar 30-40 dagarnar, tá eg eri heima, royni eg at brúka við familjuni og dámuni og njóta tað tíðina sum mest, sigur hann.
![]()
Framtíðarætlanin er at søkja inn á Sjónám.
- Eg mangli kortini eitt sindur av siglingartíð enn. Hevði tíðin, sum eg var til útróðrar talt við, so hevði eg havt nokk av siglingartíð, men tíanverri ikki.
- Eg haldi, at um tú ert ungur og kanska ikki ordiliga veit, júst hvat tú hevur hug til, so er hetta nakað, sum skal roynast í øllum førum einaferð. Kanska sjólívið er júst nakað fyri teg. Einki er so gott, sum tá skipið fyllist við góðum og feitum toski. Tá veit mann, at man ger kubbi og at tað er stríðið vert, sigur Jákup Idarsson Beck.
--
Fleiri greinar í røðini
Johan Martinussen: Ein finnur út av, hvat ein er gjørdur av
Elias Lamhauge: Einki stress undir Íslandi
Eyðun Beder Jónsson: Mær leingist at sleppa umborð aftur
Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn
Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans
Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár
Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald