Næturnar kunnu vera langar og kuldin bítandi, tá Akraberg um veturin liggur í Barentshavinum og roynir eftir rækjum. Umborð er 20 ára gamli Eyðun Beder Jónsson úr Fuglafirði, sum hevur verið sjómaður í trý ár.
![]()
- Eg tímdi ikki skúla longur, tá eg var liðugur í 10. flokki, og vildi tí royna okkurt heilt annað. Eg fall so fyri sjólívinum beinanvegin, greiðir hann frá.
Fyrsta stigið var at lima seg inn í bólkin Føroysk sjófólk á Facebook og so at liggja framvið, tá hann sá, at lýst var eftir fólki.
- Eg slapp tveir túrar við Kvikk sum dekkari, og fór síðani yvir á Jógvan I í 1½ ár. So ringdu teir frá Akrabergi og bóðu meg koma við, sigur Eyðun Beder Jónsson.
![]()
![]()
Eyðun Beder Jónsson er ein arbeiðssamur ungur maður, tí tá hann ikki er úti, arbeiðir hann á trolvirki.
- Mær dámar betri átta og átta ella seks og seks rútmuna umborð á skipi enn at arbeiða 8 til 16. At ganga vaktir umborð er akkurát nakað fyri meg og mær leingist at sleppa umborð aftur, tá eg havi verið heima í eina tíð. Mær dámar væl rútmuna, frælsi frá øllum og góða samanhaldið umborð.
![]()
- Eg viðmæli heilt víst øllum at royna sjólívið. Tað er ikki fyri øll, men øll burdu roynt tað, sigur Eyðun Beder Jónsson. Sjálvur umhugsar hann at fara á skiparaskúla.
- Eg umhugsi at fara á skiparaskúla, men eg trívist sera væl, her sum eg eri nú. Tað verður so í øllum førum á sjónum, at eg skal arbeiða, sigur hann.
--
Fleiri greinar í røðini
Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn
Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans
Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár
Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald