Innanlands

540 bilar og fleiri trailarar

- Vanliga hava vit umleið 80 bilar við, men hesaferð eru heilir 540 og so 27 trailarar, sigur Finnbogi Berg, yvirstýrimaður á Mykinesi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-06-10 08:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Á middegi í gjár kom farmaskipið Mykines, hjá Smyril Line og Havnina. Vanliga koma teir úr Rotterdam í Hollandi, men hesaferð vóru teir eisini inni í Belgia eftir nýggjum bilum.

- Ja vit hava 540 nýggjar bilar umborð sum skulu til Íslands. Meginparturin eru Toyota, Landcruser, sum eru væl umtóktir í Íslandi. Vanliga hava vit umleið 80 bilar við, men hesaferð eru heilir 540 og so 27 trailarar. Tað sigur Finnbogi Berg, yvirstýrimaður.

- Vit flyta nógvar trailarar, við ymiskum stykkjagóðsi, bæði til Føroyar og Íslands. Ofta hava vit eisini maskinur og aðra vøru. Úr Íslandi er tað mest feskur fiskur og so nakað av frystum fiski, sum fer til Rotterdam, sigur Finnbogi.

Á Havnini varð Finnbogi avloystur av Arnfinni Hansen. Sonur Arnfinn, Allan Hansen siglir við sum dekkari. 14 og viðhvørt 15 mans sigla við Mykinesi, sum er í fastari rutu millum Tórshavn, Þorlákshøfn í Íslandi og Rotterdam í Hollandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder