Innanlands

80 mans missa starvið hjá Thor

Thor hevur sett sjey skip á sølulista. Tað hevur fingið og fær avleiðingar fyri manningarnar

Hans Andrias Kelduberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hans Andrias Kelduberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-14 06:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað eru longu einir 50 mans uppsagdir ella farnir úr starvi, og tað fara eini 30 afturat.

Hetta segði Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, við R7 í vikuni eftir at Portalurin skrivaði um, at sjey skip hjá reiðarínum vórðu sett á sølulista.

Les eisini: Meginparturin av fiskiflotanum hjá Thor settur á sølulista

- Nógvir av hesum monnunum hava verið leingi í reiðarínum , og verið góðir sjómenn og loyalir menn. So vit eru keddir av at teir eru noyddir at fara í annað starv.

Hans Andrias sigur, at tað helst ikki er so ringt at fáa annað starv, kanska hjá teimum nýggju aktørunum, sum reiðarin tekur til.

Hann sigur við útvarpsrásina, at teir høvdu væntað at fingið lut í menningarkvotunum fyri 2018, og sum vórðu lutaðar út fyri nøkrum vikum síðani.

- Vit hava fasilitetirnar, bygningarnar og eitt uppsjóvarskip, sum vit hava gjørt íløgu í, greiðir Hans Andrias frá.

Hann væntar, at av tí at virkið liggur á Oyri, verður tað bólkað fyri Eysturoynna og Norðoyggjar.

- Hevði virkið ligið í Hvalvík ella í Hósvík, so rokni eg við, at vit høvdu verið tiknir við, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Øll samrøðan kann hoyrast her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder