Fyrr í vikuni landaði uppsjóvarskipið Finnur Fríði eina last á 2400 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og tá ið teir vórðu lidnir at landa, slapp Arctic Voyager framat við sínari last á 1800 tons av svartkjafti.
Aftaná Arctic Voyager átti Norðingur tørn at landa.
Norðingur hevði 1900 tons av svartkjafti við til lands, og tá ið teir eru lidnir sleppur Tróndur í Gøtu at landa eina last á 2400 tons av svartkjafti.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.
Veðrið hevur verið gott seinastu tíðina á svartkjaftafeltinum, og fiskiskapurin hevur veirð hampiligur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald