Innanlands

Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar

Hetta vísa nýggju ICES-tilmækini fyri uppsjóvarfisk í 2027. Serliga er tað makrelkvotan, sum hækkar nógv - hon meira enn tvífaldast.

2026-09-30 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ICES-tilmælini fyri uppsjóvarfisk fyri næsta á, 2027, eru nú komin.

Hesi hevur Havstova Føroya kunngjørt á heimasíðu síðani. Greitt er, at mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar.

Niðanfyri sæst yvirlit.

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 102% í mun til í ár.

Stóra økingin í tilmælinum kemst av at gýtingarstovnurin nú aftur er komin upp um Blim markvirðið. Sostatt eru ógvusligu átøkini, sum í fjør vóru sett í verk fyri at verja stovnin, ikki longur neyðug.

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,064 mió. tons fyri 2027, sum er ein hækking á 25% í mun til 2026.

Hækkingin kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 588 túsund tons fyri 2027, sum er ein hækking á 10% í mun til í ár.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026-2027 og broytingarnar millum hesi bæði árini.


Tilmælið
2027
Tilmælið
2026
Broyting
frá 2026
til 2027
Makrelur352.938174.357102 %
Svartkjaftur1.064.191851.34425 %
Norðhavssild588.004533.91410 %


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder