2018-07-22 19:44
Seinnapartin í gjár kom Helen Burnie á Runavík. Tað er skotska felagið Inverlussa, sum eigur skipið, og sum er eitt av teirra avlúsingarskipum.
Tað hevur nærum somu útgerð, til at avlúsa laks við, men ikki eins stóra, sum til dømis Martin og Róland hjá Bakkafrost.
Skipið kom úr Hetlandi eftir einum geari til ein tvíkilju, sum er gjørd hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.
Tríggir hetlendingar eru við skipinum og teir eru umborð í tríggjar vikur og hava so frí í tríggjar vikur.
Teir fara avstað aftur til Hetlands í dag. Helen Burnie er bygd í 2010, er 27,7 metrar long og 10 metrar breið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald