JFK Trol hevur í dag skrásett ein nýggjan flakatrolara hjá skipaskrásetingini.
Talan er um fyrrverandi Dorado, sum fær navnið Sjúðrarberg, og kemur til Føroya um mánaðarskiftið.
Skipið er keypt frá einum reiðaríið úr Litava, og nýggjur eigari er JFK Trol í Klaksvík.
Sjúðrarberg fer væntandi til fiskiskap í august, og saman við Gadus skal skipið fiska kvotuna hjá felagnum til nýggi Gadus kemur um tvey ár.
Trolarin, sum JFK hevur fingið aftur til Føroya, er upprunaligi Skálafjall, ið varð smíðaður á Skála í 1987. Hann hevði eisini nøvnini Beinir og Akraberg áðrenn hann varð seldur av landinum og hevur havt nøvnini Polonus, Tunu og nú Dorado og skrásettur í Gdynia í Polandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald