2020-08-13 13:25
Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur sett kós móti Føroyum, har teir skulu landa.
Teir hava fiskað í russiskum sjógvi, og hava 900 tons av frystum umframt 400 tons av súrløgu.
Eyðun á Bergi, sum hevur verið skipari hendan túrin, letur væl at fiskiskapinum, og sigur at tað hevur verið gott veður allan túrin og at teir vera heima mánadagin.
Tá ið Akraberg hevur landað, skulu teir í dokk á Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald