Minkandi gundarlag og ein stór klassing fyri framman, er orsøkin til at Sigmund verður lagdur.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur at tað er natúrligt at tað er Sigmund, sum verður lagdur, heldur enn Skørin og Stapin.
- Sigmund er elsta skipið, sum vit hava av teimum trimum, sum eru í vinnu. Maskot er útleigaður, og Skørin og Stapin eru væl størri skip enn Sigmund, og tí er tað naturligt at vit velja Sigmund frá.
Sigmund (Mynd: Torleif Johannesen / Føroyska Sjómansmissiónin)
Anfinn Olsen sigur, at orsøkin til at skipið verður lagt fyrsta oktober er, at tá skal skipið ígjøgnum eina stóra klassing, og at nýskipanin, sum er samtykt, ger at reiðaríið missir ov nógv, og tí er grundarlagið burtur undir at hava trý línuskip.
15 mans sigla við Sigmund, og teir hava allir fingið at vita at teir eru uppsagdir. Reiðaríið fer sjálvandi at royna at fáa manningina á onnur skip hjá reiðarínum, men reiðarin torir ikki at lova, at tað fer at eydnast.
- Vit vita hvussu tað er við klassingum, og nær tað arbeiðið skal gerast, og tí er tað naturligt, at vit ikki leggja skipið áðrenn tíð. Skipið kann fiska enn, og tí bíða vit sum longst við at leggja tað.
Reiðarin hevur sagt, at skipið er ikki til sølu enn, men um ein seriøsur keypari er, og eitt nóg gott boð fæst, so verður skipið selt. Men sum nú er, liggur tað ikki í kortinum, og tí er óvist hvat hendur við Sigmund.
Reiðaríið hevur eisini fiskidagarnar frá Eysturoyingi og Morgunstjørnini, sum eru ávikavist lagdur og seld av landinum, men tað er einans eitt ískoyti. Enn veit felagið alt ov lítið til at kunna gera nakað við vissu, uttan tað, sum avgerð longu er tikin um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald