
Hoffell skal latast felagnum Ango í Vági, og Ango fer aftur til Danmark, har skipið fær navnið Junior aftur, ljóðar nú familjan Magnusen hevur hevur selt Asbjørn til Íslands.
Sum skilst, so skal íslendska skipið Hoffell skrásetast í Vági, og Ango fer aftur til Hirtshals, har skipið fær navnið Junior og skal fiska kvoturnar hjá reiðarínum Asbjørn, nú felagið hevur selt Asbjørn til Íslands.
Vit hava roynt at fingið fatur á monnunum aftanfyri Ango, og Fríða Magnussen í Hirtshals, men tað hevur ikki eydnast.
Álítandi keldur, sum Portalurin hevur tosað við, kunnu tó upplýsa, at tað verður soleiðis, sum vit hava nevnt omanfyri, at Hoffell skal skrásetast í Føroyum, meðan Ango fer aftur til Hirtshals. Hoffell fer helst at fáa navnið Ango.
Ango liggur í løtuni við skipasmiðjuna hjá Mest í Havn, har aksilsgeneratorinum skal umvælast.
Hetta arbeiði fór í gongd síðst í apríl, og fer helst at verða liðugt um stutta tíð.
Verður tað sum álítandi keldur, sum Portalurin hevur tosað við siga, so verður hetta nýggi Ango
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald